Morgindagsins Rokkstova varpar ljós á amerikanska alternativa industrial rock bólkin Nine Inch Nails, sum í ár hevur útgivið ikki færri enn tvær plátur (?Ghosts I-IV? og ?The Slip?), umframt at hava fleiri aðrar avbera væleydnaðar útgávur í skjáttuni.
Sum ikki einaferð er tað ein ávísur persónur, sum er í fokus í sendingini, og hesaferð er tað sangarin, sangskrivarin og tónleikarin Trent Reznor, sum hevur verið oddamaður og einsamallur afturvendandi limur í Nine Inch Nails øll árini síðani byrjanina í 1988. Nine Inch Nails er í stuttum verkætlanin hjá tí visionera, kreativa og dugnaliga Trent Reznor, sum tó hevur skiftandi live manning við sær á konsertferðum.
Í sendingini hoyra vit løg av øllum almennu útgávunum í fullari longd; frá ?Pretty Hate Machine? frá 1989 til ?The Slip? frá 2008. Umframt okkurt eyka krydd.
Hvat hetta er? Tað mást tú lurta eftir sendingini, fyri at finna útav!
Rokkstovan mánadag kl 17.05 (endursending týsdag kl 19.15).










