Nimbushópur komin til Føroya

31 gamlar danskar Nimbus motorskúkklur komu til Føroya við Norrönu í gjár

Við Norrönu gjáramorgunin komu ikki færri enn 31 Nimbus-motorsúkklur. Talan er um ein danskan veteranmotorsúkklu klubba. Limirnir í hesum klubba hava tær í Føroyum eisini so kendu donsku Nimbus-motorsúkklur.

Danski hópurin hevur sjálvur lagt ferðina til rættis, og verða teir her til fríggjadagin.

Í gjárkvøldið skuldu donskur motorsúkklurmenninir hitta felagar úr Føroya Ellisakførum, sum eisini er fyri motorsúkkluáhugaðar.