Mikumorgunin møttu vit báðir myndamaðurin einum stórum fylgi av gomlum motorsúkklum, ið vóru á veg úr høvuðsstaðnum og norður eftir. Tað vísti seg, at talan var ein bólk av donskum Nimbus-fjepparum, ið eru komin á vitjan við teirra gomlu, men snotiligu súkklum.
Danska ferðaliðið kom til Føroya við Norrønu mánamorgunin, og tey eru tilsamans 32 fólk í fylginum, og við sær hava tey ikki færri enn 17 Nimbus-motorsúkklum.
Nimbus-motorsúkklurnar eru danskar, og tann fyrsta var framleidd á Frederiksberg í 1919. Tað vóru menninir aftan fyri Nilfisk-dustsúgvaran, ið mentu súkkluna.
Framleiðslan av Nimbus-motorsúkklunum byrjaði av álvara í 1921 og helt fram til 1960. Í hesum tíðarskeiði vóru umleið 14.000 motorsúkklur framleiddar, og av teimum koyra okkurt um 4.000 framvegis.