Skipavinna
Nú Gudmund Mortensen hevur selt djúpvatnstrolaran Rasmus Effersøe, hevur hann framvegis garnaskipini, Nim og Drelnes, eftir.
Bæði garnaskipini hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku, men reiðarin sigur, at árið í ár verður eitt vánaligt ár.
- Fiskaprísirnir hava sum kunnugt verið lágir. Havtaska hevur hildið ein lutfalsliga frægari prís enn svartkalvi, men eisini havtaska hevur merkt sviðan av lágum marknaðarprísum.
Gudmund Mortensen sigur, at tað hevur gingið heldur frægari hjá Drelnesi enn Nim, men í báðum førum er talan um eitt trupult ár hjá skipunum.
- Bæði skipini liggja í løtuni, nú ymiskar ábøtur verða gjørdar. Tað er serliga Nim, sum skal hava eina størri umvæling, leggur hann aftrat.
Reiðarin vísir á, at tað er trupult at reka vinnu við so lágum fiskaprísum, sum verið hava í hesum árinum.
Bestu hýru
Vit kunnu leggja aftrat, at tað eru ikki so mong ár síðan, at manningin umborð á Nim taldist millum teir fiskimenn, sum høvdu frægastu hýruna á sjónum.
Í fiskivinnuni kann soleiðis ganga skjótt hvønn vegin – í upp-og niðurgongd.