NIM ger klárt til vaktarskip

NIM á Tvøroyri skal klassast, áðrenn skipið kann fara í vaktartænastu

Herfyri frættist, at NIM verður fyribils vaktar- og bjargingarskip hjá Vaktar & Bjargingartænastuni. Og nú gera teir skipið klárt.

Seinasta árið hevur NIM havt skeltið ?Guard Wessel³ á síðuni á brúnni, so tann parturin er í hvussu er greiður.

Eitt sindur óvist er enn, nær NIM verður klárur at fara í sigling fyri Vaktar & Bjargingartænastuna. Skipið skal fyrst klassast, og enn er sáttmálin millum reiðaravirkið, sum eigur NIM, og Vaktar & Bjargingartænastuna/landsstýrið, ikki undirskrivaður.

Leiðarin á Vaktar & Bjargingartænastuni, Elmar Højgaard, sigur við Sosialin, at hann væntar ein mánað at ganga aftrat, áðrenn NIM fer í sigling.