Nils Sørensen formaður í FOÍB

Avloysir Ben Arabo

Áhugafelagið hjá oljufeløgunum, sum leita eftir olju á føroyska landgrunninum, FOÍB, Føroya Oljuídnaðar Bólkur, valdi á fundi í gjár nýggjan formann eftir Ben Arabo, sum herfyri flutti til London at arbeiða á høvuðsstøðini hjá amerikanska oljufelagnum Amerada Hess. Nýggi formaður er stjórin í Faroe Petroleum, Nils Sørensen. Hann skal standa á odda fyri áhugafelagnum hjá teimum 13 oljufeløgunum, sum eru virkin á føroyska landgrunninum. Felagið skal tryggja áhugamálini hjá oljufeløgunum, soleiðis at tey standa sterkari yvirfyri almenninginum og myndugleikunum, hava tey nøkur ynski. Eisini skal felagið vera við til at kunna um teirra virksemi.