Konsert
Hesir fýra ungu tónleikarir spæla trummur, bass, tveir el-gittarir og syngja. Teirra fløga hevur selt væl í Íslandi, og hava teir m.a. hitað upp fyri heimskenda rokkbólkin Foo Fighters, tá hesin spældi í Íslandi.
Hetta er fyrstu ferð í tey 30 árini Skarv hevur verið til, at ein íslendskur bólkur spælir har. Av Skarv verður sagt, at ætlanin er í framtíðini, umframt allan føroyska tónleikin eisini, at hava íslendskar bólkar at spæla av og á fríggjakvøld. Í løtuni er talið av vitjandi fríggjakvøld ikki nøktandi, meðan barrin leygarkvøld altíð er á tremur við føroyingum.
Nógvir íslendingar búgva í Keypmannahavn, men hava einki fast stað til livandi tónleik í danska høvuðsstaðnum. Føroyingar og íslendingar hittust nógv á Skarv tey fyrstu árini, tá Skarv lat upp fyri 30 árum síðan.
Føroyingar og íslendingar hava søguliga havt stórt mentanarligt tilknýti til hvør annan, og seinastu tíðina eru sambondini styrkt uppaftur meira, við eitt nú AME Reykjavík, og føroyskum tónleikanøvnum, ið gera vart við seg í Íslandi. Hetta er ein sera spennandi avbjóðing fyri okkum, sigur eigarin av Skarv, Dánjal Petur Thorsteinsson, ið sjálvur er ¼ íslendingur og dugir íslendsk.