Omman greiddi okkum børnum frá, áðrenn vit sluppu út at spæla, at halda okkum langt frá nikinum, hann var satt at siga eitt farligt ódjór, ein barnalokkari av rang, hann sá so fittur út, sum rissan hjá ommu, so var hann so snildur, at hann longdist eftir sum fleiri børn komu til, men so fór hann aftur í vatnið har hann búði og børnini komu ikki aftur.
Nú líkist henda søga sera nógv um Tinganes har koma fleiri og fleiri landsstýrismenn at sita, til síðst ein í sjálvstýrismálum við ongum aðalstýri.
Ein kann spyrja seg sjálvan um hann bara skal sita og filosofera, men tá er í hvussu er peningaoyðslan. So leingi vit ikki hava nakað sjálvstýri og nakað stórt ynski sýnist ikki at vera ímillum fólk yvirhøvur, men so leingi vit fáa aðrar at gjalda ber jú alt til.
Heilsan
Jákup Dalsgaard