Nikolina var lekrast

Talan gjørdist ikki um so nógvar minuttir á vøllinum, men nú hondbóltsárið er av, kann Nikolina Eyðbjørnsdóttir kalla seg fyri lekrasta spælaran í Sunset-kappingini

Hondbóltur

 

Skal metast eftir SMS’unum, sum komu inn teir 90 minuttirnar, sum atkvøðugreiðslan vardi, so var áhugin fyri at finna lekrastu hondbóltskvinnuna í Føroyum ovurstórur.

Hetta hendi í Pink-sendingini á Rás2 í gjár, og yvir 400 lurtarar nýttu høvið til at senda sína atkvøðu inn.

Fyri at hava skil á uppteljingini, varð ein av føroysku altjóða hondbóltsdómarunum, Eyðun Samuelsen, komin í útvarpsstovuna, og hann hevði úr at gera við at halda skil á, hvussu nógvar atkvøður einstøku spælararnir fingu. Ikki minst, tí talan í nøkrum førum var um spammarar, sum sendu tíggjutals boð inn við sama navni.

Hesi boð vórðu sjálvandin tikin frá, men talan var framvegis um sera javna kapping millum fleiri av finalistunum., Endin varð tó, at Nikolina Eyðbjørnsdóttir var tann, sum hevði flestu atkvøðurnar. Og umframt heiðurin vann hon eisini gávukort frá frisørsalong og mótahandli.

Hinar, sum vóru í finaluni, vóru Bára Mortensen úr VB, Durita Christophersen úr Stjørnuni, Ása á Neystabø úr Neistanum, Randi S. Wardum úr Kyndli og Ninna K. Johansen úr StÍF.