Familju-og mentanarstevnan, sum byrjaði í Skálavík í gjár, heldur fram í dag og allar dagarnar heilt fram til og við sunnudagin, tá eitt nú fólkafundur verður í Núpsdali, har felagssangur verður, og Jógvan Fríðriksson, bispur og Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður, fara at halda røðu.
Dagurin í dag byrjaði klokkan 14 við hugnaløtu og veitslu fyri øllum í Sandoynni, sum eru 60 ár og eldri, og til tiltakið vóru eisini Nikolina og Eyðbjørn av Kamarinum, sum settu sín dám á við sangi og tónleiki.
Í dag hevur eisini verið konsert í Deplinum, har eitt ungdómsstrúkiorkestur úr Havn spældi fyri pensjónistum. Framsýning hevur verið av fleiri enn fimmti bókum, sum rithøvundar í Skálavík hava skrivað. Framsýningin verður eisini opin teir næstu dagarnar á familju-og mentanarstevnuni.
Umframt bøkur, eru eisini málningar og ymiskt vetrarítriv við á framsýningini á Keldu, sum er opin í kvøld til klokkan 22.
Í løtuni er døgurði á Kelduni, og har er eisini sangur og skemt, umframt at Nikolina og Eyðbjørn av Kamarinum spæla nøkur løg. Børnini dansa føroyskan dans, og eisini verður harmonikudansur til klokkan 19.30.
Eitt áhugavert tiltak, sum er tað seinasta á skránni í kvøld, er almenn konsert á Keldu við Nikolinu og Eyðbjørn av Kamarinum. Á konsertini fara tey at syngja og spæla gamlar kendar sangir, og úr Skálavík verður sagt, at tey vænta nógv fólk til hesa konsertina.