Nývaldi forsetin í Serbia, Tomislav Nikolic, sigur nú, at hópdrápið í bosniska býnum Screbrenica í 1995, sum kostaði 8.000 muslimum lívið, var ikki fólkamorð, men eitt álvarssamt krígsbrotsverk.
-Hatta var ikki fólkamorð. Í Screbrenica framdu serbar álvarssom krígsbrotsverk, og teir seku skulu takast, rættarsøkjast og revsast, sigur Nikolic í samrøðu við almenna sjónvarpið í Makedonia.
Tann muslimski leiðarin í Bosnia, Boris Izetbegovic, var ikki seinur at gera viðmerkingar til orðini hjá serbiska forsetanum.
-At avnokta fólkamorðið í Screbrenica er ikki eitt stig á vegnum ímóti samstarvi og at endurskapa álitið, men heldur tað øvugta. Hetta er ein nýggj kelda til misskiljingar og spenning í økinum, sigur Izetbegovic.
Tomislav Nikolic vann rættiliga óvæntað forsetavalið tann 20. mai. Hann hevur sagt, at Serbia fer at halda fram við politikkinum hjá undanmanninum, Boris Tadic, sum skal útvega landinum limaskap í ES.










