Nikolaos og Stamen

   

Onnur konsertin í Orfeus røðini verður í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 30. oktober. Tá fara Nikolaos Kapnas og Stamen Stantchev á pallin við tónleiki fyri violin og klaver, sum er skrivaður í Fraklandi.
Nikolaos og Stamen hava áður spælt í Orfeus konsertrøðini, og hesaferð verður tað við verkum eftir Debussy, Stravinsky og Saint-Saens.
Sjálv konsertin verður klokkan 20:00. Eins og til fyrstu Orfeus konsertina, verður skipað fyri umrøðu av framførda tónleikinum hálvan tíma undan konsertini, tað er klokkan 19:30