Nikolaj og Julie tekur øll met

Vælumtókta sjónvarpsrøðin, Nikolaj og Julie, tekur øll hyggjaramet á sjónvarpssrásini DR. Heili1.750.000 fólk hugdu sunnukvøldið at seinasta parti av røðini, og tað eru enn fleiri hyggjarar enn trúlovilsið hjá Fríðriki og Mary Donaldsson kundi savna saman.

Endin á sjónvarpsrøðini, Nikolaj og Julie, var uttan iva stóra kjakið á nógvum kaffistovum mánadagin. Sjónvarpsrøðin hevur verið sera vælumtókt í Føroyum, og nógv ung sum gomul hava við stórum spenningi fylgt við hvørt sunnukvøld.
Í Danmark hevur røðin eisini verið ómetaliga vælumtókt. BT skrivar, at sunnudagin hugdu í alt 1.750.000 fólk eftir seinasta partinum av røðini. Hyggjaratalið sunnukvøldið var størri enn trúlovilsið hjá Fríðriki og Mary, og tað sigur ikki heilt lítið. Í alt hava 38 mio. fólk sæð teir 22 partarnar.
Leysatíðindi vilja verða við, at seinasti partur av Nikolaj og Julie varð tikin upp við fýra ymiskum handritum. Hetta varð gjørt fyri, at eingin skuldi fáa frænir av, hvussu sendirøðin endaði. Søren Sveistrup, ið hevur skrivað handritið, sigur við BT, at ætlanin var alla tíð, at sendirøðin skuldi enda við, at Nikolaj og Julie funnu hvønnannan aftur
Peter Mygind, ið spældi Nikolaj, sigur við Ekstrablaðið, at seinasta scenan varð tikin upp heili 42 ferðir. Teir 42 svimjitúrarnir høvdu eisini við sær, at Peter Mygind lá sjúkur eftir upptøkurnar.
Tað er ikki bara í Føroyum og Danmark, at sendirøðin, Nikolaj og Julie, er vælumtókt. Danska sendirøðin er útnenvd til at kappast um eina Emmy seinni í ár.