Venjarin hjá donsku hondbóltsmonnunum, Nikolaj Jacobsen, hitti hesar føroysku áskoðararnar eftir dystin í Berlin. Hann helt, at føroyingarnir kempaðu væl

U21 HM: Nikolaj Jacobsen helt at Føroyar stríddist manniliga

Eftir hondbóltsdystin í Berlin í dag millum Føroyar og Serbia, hittu føroyskir fjepparar danska landsliðsvenjaran

 

 

Venjarin hjá donsku hondbóltsmonnunum, Nikolaj Jacobsen, hitti hesar føroysku áskoðararnar eftir dystin í Berlin. Hann helt, at føroyingarnir kempaðu væl

Tað var eingin annar enn landsliðsvenjarin hjá donsku hondbóltsmonnunum, Nikolaj Jacobsen, sum føroyskir fjepparar hittu eftir dystin ímóti Serbia í fjórðingsfinaluni í VM í Berlin í dag, sum Føroyar taptu 27-30.

Nikolaj Jacobsen helt, at føroyingar kempaðu væl í dystunum, og tað dámdu føroysku viðhaldsfólkini at hoyra.

Í kvøld hevur Danmark tapt ímóti Týsklandi í aðrari fjórðingsfinalu, og tað merkir, at Danmark skal spæla ímóti Føroyum í fyrsta dystinum, tá tey fýra liðini, sum taptu fjórðingsfinalurnar, skulu spæla um plássini 5 til 8.

Føroyar og Danmark spæla leygarmorgunin klokkan 9.

 

##med2##

 

Venjarin hjá donsku hondbóltsmonnunum, Nikolaj Jacobsen, hitti hesar føroysku áskoðararnar eftir dystin í Berlin. Hann helt, at føroyingarnir kempaðu væl

Føroyskir fjepparar úr H71, kvinnur, sum eisini hava klárað seg væl í hondbólti