Nikolaj Coster-Waldau í Føroyum

Kendi danski filmsleikarin Nikolaj Coster-Waldau er í Føroyum.
Hann er komin til Føroya at hyggja eftir sjónleikinum Polaroid, har kona hansara Nukaka Coster-Waldau er við sum sjónleikari.

Leikurin Polaroid verður framførdur í Norðurlandahúsinum í morgin og Nikolaj Coster-Waldau fer av landinum aftur mánadagin.
Nikolaj Coster-Waldau fekk sítt gjøgnumbrot við høvuðsleiklutinum í filminum Nattevagten, sum kom út í 1994. Filmurin bleiv seinni endurgjørdur í Hollywood, við Ewan McGregor í høvuðsleiklutinum.
Síðan er Nikolaj Coster-Waldau sjálvur farin til Hollywood, har hann hevur haft smærri leiklutir í filmum, sum til dømis Black Hawk Down, Enigma og Kingdom of Heaven.