Næstu sjey dagarnar verður avgjørt um ein kvívíkingur spælir í bestu deildini í donskum manshondbólti.
Føroyski landsliðsmálverjin, Niklas Simonsen, spælir saman við liði sínum, TM Tønder, fyrsta av trimum møguligum uppflytingardystum í dag klokkan 17.30 føroyska tíð.
Mótstøðuliðið er mest vinnandi felagið í donskum manshondbólti, KIF Kolding. KIF Kolding hevur seinastu tvey árini siglt í tungum sjógvi fíggjarliga, ið hevur ført til at meginparturin av hópinum hevur leitað sær til onnur feløg, ið kunnu gjalda lønarkrøvini.
TM Tønder hevur havt óstøðug úrslit síðani nýggjár, har liðið datt av fyrsta plássi niður á annað pláss. Men í avgerandi dystunum eydnaðist tað at basa Team Sydhavsøerne í tveimum dystum, so at Tønder nú skal spæla um uppflyting ímóti danska risanum, KIF Kolding. KIF Kolding tapti niðurflytingarspælið í fremstu deildini og skal tí vinna á Tønder um mest vinnandi felagið ikki skal úr fremstu deildini fyri fyrstu ferð síðani 1984. Hesi 35 árini hevur KIF Kolding vunnið 14 Danmarksmeistaraheitið
Í Danmark seta flestu miðlarnir sjóneykuna á støðuna hjá KIF Kolding undan dystinum. Liðið hevur ikki vilja gjørt viðmerkingar til hvørjar avleiðingar ein niðurflyting kann fá.
Danska TV2 ger kortini greitt at allir sáttmálar verða uppsagdir um felagið flytir niður, og spurningurin er um felagið hevur ráð at rinda løn til tað góðskuna av leikarum, sum felagið ynskir.
Í seinastu viku fingu leikararnir í KIF Kolding at vita, at teir bert fingu helvtina av lønini fyri apríl útgoldna, men at teir fóru at fáa hina helvtina so skjótt at teir høvdu tryggjað sær sess í fremstu donsku deildini.
TM Tønder hevur eisini havt fíggjarligar trupulleikar í ár, serliga orsakað av at liðið flutti niður í næstfremstu deildina í summar. Felagið hevur kortini bjargað sær við at selja partabrøv, men tað er eingin ivi um at fíggjarstøðan krevur eina uppflyting sum skjótast, um Niklas Simonsen og liðfelagarnir framvegis skulu fáa løn í fleiri ár.
Liðini spæla í Kolding í dag klokkan 17.30, í Tønder týsdagin og í Kolding aftur næsta fríggjadag, um tað stendur á jøvnum