Niklas Simonsen skal spæla um uppflyting

Tønder tryggjaði sær annað plássið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag

Niklas Simonsen stóð væl í málinum hjá Tønder, ið vann 28-26 á HØJ á heimavølli í Tønder. Í steðginum var Tønder á odda 15-14.

 

Tønder hevur tryggjað sær í minsta lagið annað plássið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Bert tveir dystir eru eftir, so tað er næstan givið, at oddaliðið, Fredericia flytur beinleiðis upp. Tønder skal fyrst spæla uppflytingardystir móti nummar trý í deildini. Vinnarin skal spæla móti taparanum av niðurflytingarspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Blaðið, Jydske Vestkysten rósar verjuni og málverjanum hjá Tønder, Niklas Simonsen fyri gott avrik móti HØJ.

 

Støðan nú bert tvey umfør eru eftir av grundspælinum:

 

hbold.dkdystirstig
1Fredericia2440
2Tønder2437
3Sydhavsøerne2432
4Skive2431
5Ajax København2429
6Odder2429
7Otterup HK2425
8HØJ2424
9HEI, Skæring2421
10Stoholm2420
11Frederikshavn2417
12HC Odense2414
13Randers HH2414
14Køge Håndbold243