Tað lagaði seg væl hjá føroyska málverjanum, Niklas Simonsen, ið er annar málverji hjá TMS Tønder sum fyrr í dag á heimavølli vann tepran 24-23 sigur á Stoholm í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var TMS Tønder á odda 13-11.
Ígjár tapti oddaliðið, Fredericia heili 25-35 ímóti Team Sydhavsøerne á útivølli, so nú er TMS Tønder bert eitt stig aftanfyri oddaliðið.
Komandi sunnudag tekur TMS Tønder, ið er nummar trý í deildini.
Føroyinga og Kyndils-uppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini ígjár.
Frederikshavn við Eiriki J. Simonsen á liðnum tók ímóti HEI Skæring við Róki Akralíð á liðnum.
Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HEI Skæring vunnu 26-22. Í fyrra hálvleiki var HEI Skæring munandi betri, og útiliðið var eisini á odda 16-11 í steðginum. Fyrra partin av seinna hálvleiki hevði Frederikshavn sína bestu løtu, og heimaliðið megnaði eisini at koma uppá javnt 19-19 áðrenn HEI Skæring dróg frá aftur og tryggjaði sær sigurin.
Rókur Akralíð skoraði trý mál fyri HEI Skæring. Eirikur J. Simonsen skoraði bara eitt mál fyri Frederikshavn. Gongdin er góð hjá HEI Skæring, ið hevur vunnið fýra av teimum fimm seinastu dystunum. Frederikshavn hevur megnað ein sigur og ein javnleik seinastu fimm dystirnar.
HEI Skæring og Frederikshavn eru fimm stig omanfyri plássini, ið geva beinleiðis niðurflyting.
Støðan í næstbestu donsku hondbóltsdeildini:
| hbold.dk | Lið | Dystir | Stig |
| 1 | Fredericia | 21 | 36 |
| 2 | TMS Tønder | 21 | 35 |
| 3 | Skive | 21 | 29 |
| 4 | Team Sydhavsøerne | 21 | 28 |
| 5 | Ajax | 21 | 25 |
| 6 | Odder | 21 | 25 |
| 7 | HØJ | 21 | 22 |
| 8 | Otterup | 21 | 19 |
| 9 | HEI, Skæring | 21 | 17 |
| 10 | Frederikshavn | 21 | 17 |
| 11 | Stoholm | 21 | 16 |
| 12 | HC Odense | 21 | 12 |
| 13 | Randers HH | 21 | 10 |
| 14 | Køge | 21 | 3 |










