Niklas og Nandi ætla sær fleiri heiðursmerki

Oyggjaleikir: Bæði venjarin hjá føroyska badminton-landsliðnum, Nandi og Niklas Eysturoy, sum átti sín avgerandi leiklut í sigrinum í bronsudystinum vóru fegnir um, at føroyska liðið reisti seg, aftaná 1-3 tapið ímóti Guernsey í hálvfinaluni. Niklas viðgekk, at tað stóð á gomlum nøglum í tí fyrra settinum í tvímansleikinum hjá honum og Flóvini Skaalum Mikkelsen, men hann helt, at teir fingu rætta uppá tað til tað seinna settið, sum teir vunnu ruddiliga.

Bæði Nandi og Niklas hava vónir um, at føroyingar fara at vinna heiðursmerki í einmansleikunum ella tvímansleikinum, tá finalurnar verða á skránni fríggjadagin.

Í ljóðbrotinum hoyrist ein samrøða, sum var gjørd við Nandi beint aftaná bronsudystin.

Á hesari kykmyndini sæst tann avgerandi bólturin, tá Føroyar vunnu bronsuna, tá Niklas og Flóvin settu tingini uppá pláss: http://www.youtube.com/watch?v=F6QS4eXdlaE&feature=youtu.be

Á hesari kykmyndini sæst tann avgerandi bólturin, tá Rannvá D. Carlsson vann einmansleikin hjá kvinnum: http://www.youtube.com/watch?v=C6h9HwlOHso&feature=youtu.be

Á hesari kykmyndini sæst tann avgerandi bólturin, tá Niklas Eysturoy vann einmansleikin hjá monnum: http://www.youtube.com/watch?v=J6EchdD0Vmc&feature=youtu.be

(Mynd : Eyðbjørn Jacobsen)