Niklas og liðfelagarnir eru nú oddalið

TMS Tønder vann útsetta dystin ímóti Ajax, og er nú á odda í næstbestu deildini

Niklas Simonsen og liðfelagarnir í TMS Tønder eru nú oddalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld vann TMS Tønder útsetta dystin ímóti Ajax í Keypmannahavn. Tønder vann dystin 31-24. Tað leikaði tó javnt á í fyrra hálvleiki, og var heimaliðið á odda 15-14 í steðginum. Tønder fekk eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik har teir vendu 14-15 til eina 19-15 leiðslu uppá eina lítla løtu, og eftir hetta slepti Tønder ikki leiðsluni aftur.

 

TMS Tønder og Fredericia hava bæði 32 stig, men TMS Tønder hevur betri málúrtøku. Komandi sunnudag spælir TMS Tønder á heimavølli ímóti júst Fredericia.

 

Støðan:

 

#LiðDVJT   mmStig
1.TMS Tønder181602557:47432
      
2.Fredericia181602528:42832
      
3.Skive181314578:51127
      
4.Odder181026500:49622
      
5.Sydhavsøerne181107488:45522
      
6.Ajax Kobenhavn18927511:50220
      
7.Otterup18918520:50119
      
8.HØJ18729510:51616
      
9.Frederikshavn188010467:48516
      
10.Skæring186111483:50713
      
11.Stoholm186111407:45413
      
12.Randers184212484:55410
      
13.Odense183213467:5098
      
14.Køge181017441:5492