Niklas Mikkelsen 70

Í dag 5. apríl fyllir Niklas Mikkelsen, Syðrugøtu 70 ár. Foreldur hansara vóru Perlina f. Højgaard úr Rituvík og Poul Amaliel Mikkelsen, Syðrugøtu, 7 vóru børn teirra, 3 synir og 4 døtur.

Niklas fór til skips, tá hann 14 ára gamal hevði fingið prestsins hond á høvdið, tað var við »Sigurfarinum«, Urbanus var skipari. Síðan í smiðjulæru hjá Ídni, Klaksvík, har var hann í 4 ár, búði tá hjá Monu og Urbanus Olsen. Fór so á maskinskúla og eftir tað út at sigla nøkur ár. Eina tíð var hann í Havn hjá John & Poul Joensen. Eftir tað sigldi hann við »Beinir« hjá Ejler Jacobsen.
Niklas var tekniskur leiðari og síðani støðleiðari hjá Nordafar í Føroyingahavnini, hetta var i 1960?unum.
Brøðurnir høvdu nøkur ár virki í Syðrugøtu, Havídnaður, sum Niklas stjórnaði; virkaði reiðskap og tól at effektivisera arbeiðslagið umborð á fiskifari.
Í teimum árunum, tá tað reiðiliga fór at tyngjast í fiskiídnaðinum, var Niklas á Víkavirkinum, sum leiðari og eisini sum maskinmeistari.
Sítt tørn hevur Niklas eisini tikið í politiska lívinum. Sat í bygdaráðnum í Gøtu 1970-74. Serligia høvdu skúlaviðurskiftini áhuga hansara og at vatnveitingin í bygdunum var nøktandi. Tað var um at gera fyri eitt haldgott grundarlag undir vinnulívinum í sóknini. Fegin var hann, tá skúlin 20. juni 1974 varð vígdur.
Niklas eigur døturnar Marjun, Egild, Jórun og Sunrid. Konuna Marionnu misti hann fyri nøkrum árum síðani. Fleiri ár var hon sjúkraystur og dagligur leiðari á Vistarheiminum við Toftavatn.
Niklas hevur verið sera virkin maður; missjónsmaður er hann og seinni árini hevur hann ferðast nógv um bygdirnar í hesum arbeiði.
Hann hevur eisini síni álitisstørv á øðrum økjum; í Javnaðarflokkinum hevur hann sítt støðufesti, tá boð hava verið eftir honum hevur hann eisini verið valevni ella stillari.
Niklas heldur dagin í dag saman við børnunum.
Tillukku við teim 70.