Niklas heldur jól á fremsta plássi

Niklas Simonsen kann halda jól við góðari samvitsku, meðan felag hansara liggur ovast í donsku 1. divison

Føroyski málverjin, Niklas Simonsen, liggur í løtini á fremsta plássi í donsku 1. division við liði sínum, TM Tønder, og málverjin er fegin um gongdina í sínum fyrsta kappingarárið í felagnum.

 

-Tað hevur gingið sera væl hjá okkum í ár og eg havi eina góða kenslu av mínum persónliga avriki.

-Eg var skaddur teir fyrstu dystirnar, og hin málverjin stóð sera væl, so tá spældi eg ikki nógv. Men síðani havi eg fingið meira og meira spælitíð, sigur málverjin, ið hevur staðið ávikavist 45 og 50 minuttir seinastu tveir dystirnar.

-Tað er eg glaður fyri, leggur hann afturat.

 

Kvívíkingurin kom heim tveir dagar fyri jól, og tað er við góðum huga at hann er farin í jólafrí.

-Tað er ein deilig kensla at fara halda jól tá ið tú liggur á fyrsta plássinum, so tað skal njótast, sigur málverjin, ið kortini skal venja um jólini. Hetta fyri at leggja lag á til dystirnar aftaná jól, samstundis sum landsliðsvenjingar eisini eru á skránni.

 

Tað verður ein spennandi seinna helvt av kappingini, ið málverjin í Tønder kemur niður til í januar mánaða.

-Sum tað sær út nú, so flyta vit upp, men vit hava enn 13 harðar dystir fyri framman, so ilt er at siga hvussu tað endar, sigur Niklas Simonsen at enda.

 

Niklas Simonsen er ein av trimum føroyingum í deildini. Jónas G. Djurhuus spælir við HØJ og Eirikur Simonsen spælir við Frederikshavn FI.

Støðan í deildini er hendan:

#HoldKVUTScoreP
1TM Tønder Håndbold131102398 - 34722
2Fredericia Håndboldklub131102363 - 30622
3Skive fH13913412 - 37119
4Odder Håndbold13724360 - 35116
5Team Sydhavsøerne13805359 - 33416
6Otterup HK13715368 - 35415
7Ajax København13625365 - 35214
8HØJ Elite13616373 - 38713
9Frederikshavn FI13607347 - 36012
10Randers HH13427363 - 39610
11HEI, Skæring13418353 - 3659
12Stoholm Håndbold13319289 - 3387
13HC Odense - Herrer132110339 - 3695
14Køge Håndbold131012323 - 3822