Niklas heldur fram í EB/Streymi

EB/Streymur hevur langt á mál, men nú byrjar felagið at taka skap

EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við Niklas T. Kruse fyri komandi kappingarár. 20 ára gamli Norðskálamaðurin, sum kann brúkast á fleiri plássunum á liðnum - serliga í álopspartinum - spældi eisini við EB/Streymi í 2019, har tað bleiv til 18 dystir og 2 mál í Betri deildini, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

- Niklas spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá EB/Streymi, sum tá spældi í 1. deild, á útivølli móti Víkingi í august 2016. Tá gingu bert sjey minuttir frá tí hann var komin á vøllin til hann hevði skotið sítt fyrsta mál. Tilsamans hevur hann spælt 36 dystir og skotið 10 mál fyri fyrstalið hjá EB/Streymi umframt fýra dystir og trý mál fyri fyrstalið hjá HB. Sermerkt við hesum er, at í øllum dystunum sum Niklas hevur skorað, hevur liðið hjá honum vunnið, skivar EB/Streymur.

##med2##

Felagsliðið er í broytingartíðum og fleiri spælarar halda ikki fram í felagnum. Millum annað stinni liðskiparin Rógvi E. Nielsen, sum er farin til NSÍ. Seinastu tíðina er nýggj nevnd komin til og hevur fingið venjaraspurningin upp á pláss.

Jákup Martin Joensen heldur fram komandi kappingarár. Hann var venjari í Betri deildini á fyrsta sinni hetta kappingarárið. Hartil hava spælarar sum Rói Zachariassen, Andras Olsen, Petur Zachariassen, Arnbjørn T. Hansen, Rói H. Olsen, Magnus Janskor og Tóki Johannesen játtað seg til komandi kappingarár, umframt ungu Mikkjal S. Hellisá og Gutti Dahl-Olsen, sum millum annað hava umboðað Føroyar á U-landsliðnum.