Niklas framvegis næstformaður

Niklas á Líðarenda úr Norðragøtu heldur fram sum næstformaður í Fótbóltssambandinum. Tað var greitt, eftir atkvøðugreiðsluna og sera tøttu uppteljingina, sum var á aðalfundinum. Hann verður hildin á Hotel Hafnia seinnapartin í dag.

Stríðsval var um næstformanssessin, tí VB/Sumba hevði stillað Pól Thorsteinsson úr Vági upp sum mótvalevni ímóti Niklasi á Líðarenda. Hann høvdu fleiri feløg stillað upp.

Tá ið liðugt var at telja, hevði Niklas á Líðarenda fingið níggju atkvøður, og avbjóðarin, Pól Thorsteinsson, hevði fingið átta atkvøður.

Tveir aðrir nevndarlimir stóðu eisini fyri vali. Teir vóru Niclas Davidsen av Toftum og Karl Vidtfeldt av Sandi, sum vórðu afturvaldir uttan atkvøðugreiðslu.