Niklas eygleiðir

Tá Steua Bucarest og Saint Patrick’s Athletic FC hóskvøldið spældu play-off dyst í UEFA Europa League, var Niklas á Líðarenda millum áskoðararnar. Hann skuldi eygleiða og meta um avrikið hjá russiska dómarabólkinum, ið dømdi dystin. Hetta var annar dysturin hjá Niklasi sum eygleiðari í UEFA Europa League í ár, og eisini hevur hann verið eygleiðari í UEFA Champions League-kappingini í summar.