Niklas bert tvey stig frá oddinum

Niklas Simonsen og Tønder vunnu á Randers. Føroyingarnir á Akureyri vunnu eisini sín dyst í dag

Niklas Simonsen fekk seinastu 10 minuttirnar í málinum tá lið hansara, Tønder vann ein 29-23 heimasigur á Randers í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Í steðginum var Tønder á odda 17-9. Tønder legði hart út, og var á odda 7-1 tíðliga í dystinum. Niklas Simonsen hevur fingið fitt av spælitíð seinastu dystirnar.

 

Spennandi er hjá Niklas Simonsen og liðfeløgunum, tí teir eru bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, Fredericia. Tá hevur Tønder enntá ein dyst til góðar ímóti Ajax. Dysturin bleiv útsettur tí Niklas og føroyska landsliðið skuldu spæla venjingardystir ímóti Grønlandi í farna mánað. Tann dysturin verður leiktur týskvøldið 12. februar. Komandi fríggjakvøld spælir Tønder á útivølli ímóti Otterup, ið er nummar seks í deildini.

 

Fredericia er oddalið við 30 stigum. Tønder er nummar tvey við 28 stigum. Skive er nummar trý við 25 stigum.

 

Føroyingarnir í KA í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, Allan Norðberg og Áki Egilsnes skutu tvey mál hvør tá lið teirra vann 24-18 á Fram á heimavølli. Ì steðginum var KA á odda 14-11. Eitt skiftið hálaði Fram væl inn á KA, og kom uppá 18-20, men seinastu løtuna gjørdi heimaliðið ein vørr og fekk fýra mál uttan, at Fram megnaði at svara aftur.

 

KA er nummar átta av teimum 12 liðunum í Ólísdeildini við 12 stigum. KA hevur fimm stig niður til niðurflytingarstrikuna har Fram hevur sjey stig. So sigurin hjá KA í dag var sera týðandi.

 

Komandi sunnudag spælir KA á útivølla ímóti liðnum, Grótta sum liggur aftast við seks stigum. Megnar KA at vinna tann dystin sleppa teir væl burturúr niðurflytingarvandanum.