TINGMENN
44 ára gamli skiparin royndi seg aftur til hetta valið, og tað bragdaði hjá honum. Við 225 persónligum atkvøðum gjørdist hann toppskoraði í valdøminum og fekk samstundis yvirtikið sæti hjá Jógvan Durhuus, sum hevur verið tingmaður í fleiri skiftum tey seinastu 32 árini.
?Mítt hjartamál er vinnumál. Hetta vil eg so avgjørt hava fram. Eisini má leggjast dentur á trivnaðarmál og ungdómurin má fáa sítt, sigur Niklái Petersen.
Hann er loysingarmaður og hevur altíð verið tjóðveldismaður. Hann vildi fegin havt ferð á fullveldistilgongdina, men tað verður óivað trupult við verandi samgongumøguleikum, heldur hann.
?Í valstríðnum her hevur nógv verið tosað um fleiri genrel mál við tilknýti at vinnuni og umhvørvinum. Tað er fleiri staðni sera trongligt, sigur Niklái Petersen.
Hann heldur, at allur Norðstreymoy stóð saman og ikki bert ein kollfirðingar, sum tað ofta verður sagt.
?Vanliga hevur tað mesta sitið í Vestmanna, men nú er tað meira býtt millum bygdirnar. Eg haldi ikki, at fólk í Kollafirði bara velja persón, sigur Niklái.
Hann heldur, at tað má væl vera eitt ynski um broyting, at fólk í valdøminum skifta allar teirra tingmenn út.
Hann ætlar sær at leggja skipara yrkisleiðina á hillina ? í øllum førum fyribils ? nú hann skal royna seg í Løgtinginum.
Fakta
Navn: Niklái Petersen
Aldur: 44
Bústaður: Kollafjørður
Hjúnastøða: Giftur, eigur eina døttur
Uppstillaður áður: Ja, í 1998 og fólkatingsvalið. Hevur verið aktivur í flokkinum síðani.
Starv: Skipari
Útbúgving: Skipsførari










