Nikkil tekur við eftir Elin

Felagið hevur nýggjan næstformann, nú nevndin hevur skipað seg aftaná aðalfundin

Farna vikuskifti var aðalfundur í Føroya Pedagogfelag hildin á Hotel Føroyum, har umleið 400 limir vóru møttir.

Sum vanligt var nevndarval á skránni á aðalfundinum, har tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Báðir nevndarlimirnir, Elin N. W. Tausen, næstforkvinna, og Halgerð Jacobsen, nevndarlimur, tóku ikki við afturvali. Í staðin blivu Valborg F. Hammer og Katrin Karlsdóttir Johansen, fyrstvaldi eykalimur, vald í nevndina.

Nýggja nevndin í Pedagogfelagnum hevur nú havt sín fyrsta nevndarfund síðan aðalfundin og er nýggja nevndin nú skipað. Tað boðar felagið frá á Facebook í kvøld.

Formaðurin er enn Jógvan Philbrow, tá tað er aðalfundurin, ið avgerð hetta, men aðrastaðni í nevndini eru broytingar. Nikkil Heinesen tekur við eftir Elini N. W. Tausen sum næstformaður, meðan Valborg Hammer er vald til skrivara. Harumframt er Gunnvá Akraberg Hansen nevndarlimur, Katrin Karlsdóttir Johansen er 1. tiltakslimur, Bjarni Beder er 2. tiltakslimur, og Anne Lisa Davidsen er 3. tiltakslimur.