Nikkel og Oddmar eru føroyameistarar

Hetta vikuskiftið hevur FM í bogaskjóting verið í Runavík. Bogaskjótifelagið Ørvur var karmur um kappingarnar, sum vóru skotnar í Løkshøll.

 
Sunnudagin var FM-kapping á 18 metra frástøðu fyri vaksnu skjúttarnar.

 

Jóannes Poulsen og Kaj Johannesen vístu í innskjótingini í compound, at teir ætlaðu sær ikki einki sunnudagin, men Nikkel Petersen ætlaði ikki at gevast so.

 

Jóannes Poulsen fekk 580 stig, Kaj Johannesen 573 stig, Nikkel Petersen 567 stig, Aleksandur Leitisstein 555 stig, Magnus Andreasen 553 stig, Sámuel Petersen 548 stig og Jógvan Niclasen 542 stig. Allir umboða Ørv, uttan Jógvan Niclasen, sum umboðar Tambar.

 

Í kvartfinalunum var einki óvæntað úrslit í mun til innskjótingina, so Aleksandur Leitisstein, Nikkel Petersen og Kaj Johannesen vunnu sær pláss í semifinaluni saman við Jóannesi Poulsen.

 

Jóannes Poulsen vann trygt á Aleksandur Leitisstein, men hin semifinalan mátti avgerast við sokallaðum shoot-off, einum avgerandi píli. Tá sendi Nikkel Petersen ørvin tættari at miðjuni og sló Kaj Johannesen úr kappingini. Hann vann tó bronsufinaluna móti Aleksanduri Leitisstein 142 – 136.

 

Finalan stóð so millum Jóannes Poulsen, sum skeyt sera væl í innskjótingini, og Nikkel Petersen, sum nú hevði skotið seg heitan og at enda var tað hann, sum stóð eftir sum vinnari. Úrslitið gjørdist 142 – 132 til Nikkel Petersen.

 

Recurvekappingin beyð tó ikki upp á tey nógvu óvæntaðu úrslitini.

 

Í innskjótingini fekk Oddmar Nielsen 540 stig, Jógvan Petersen 504 stig, Benjamin Isaksen 456 stig, Baldur U. Árting 454 stig og Sigfríður G. Lützen 401 stig. Teir báðir seinast nevndu umboða Tambar og hinir tríggir Ørv.

 

Í kvartfinaluni vann Sigfríður Lützen kanska heldur óvæntað á Baldi U. Árting 7 – 3, men móti Oddmari Nielsen hevði hann ongan tjans. Báðar semifinalurnar endaðu 6-0 og tí stóð finalan millum Jógvan Petersen og Oddmar Nielsen og bronsufinalan mimllum Benjamin Isaksen og Sigfríður Lützen.

 

Oddmar Nielsen vann finaluna 7 – 3 og Benjamin Isaksen vann bronsufinaluna 6 – 0.