Nikkel Nielsen á Eiði 85 ár

Góði abbi!

Hjartaliga tillukku við 85 ára degnum tann 1. apríl. Eg hevði so gjarna viljað verið saman við tær og tykkum henda stóra dag, men tað liggur tíverri ikki fyri.
Hóast tú nú verður 85 ár, so er tú ungur í sinninum. Tú skemtar ofta við, at tú bara blívur yngri og yngri við árunum.
Eg minnist, at tú sigldi, tá eg var barn. Tað eru nógv ár síðani, men eg minnist, at eg elskaði, tá tú var heima millum túrarnar. Sum sjómaður varð tú borin á lógvum, tá tú vart heima. Tú mundi nóg illa duga at venda tær í køkinum, tí omma gjørdi alt fyri teg.
Vit systkinabørnini hava altíð verið nógv hjá ommu og tær á Eiði. Eg havi tey bestu barnaminnini frá tí, vit hoyggjaðu i Kolsbyrgi, og tá tú tók okkum við á kaiina at fiska.
Omma og tú ferðaðust nógv til tykkara døtur, áðrenn omma bleiv sjúk. Eg elskaði, tá tit komu til Havnar at vitja, tí tá høvdu tit altíð okkurt gott við til okkum. Mangan hevði omma eisini bundið okkum onkra flotta mynstruta troyggju.
Omma bleiv sjúk fyri 11 árum síðani. Hon kom at sita í rullistóli eftir at hava verið ein “superkvinna”, sum gjørdi alt, sum gerast skuldi. Hon var tá 70 ár og tú var 73 ár. Hetta var ein kollvelting í tykkara dagligdegi, og tú fekk eina heilt nýggja ábyrgd. Frá at verða tann, sum aldri hevði brúk fyri at lyfta ein fingur i køkinum, er tú nú blivin ein ordans kokkur. Tú bæði ger døgurða hvønn dag og bakar javnan køku. Afturat hesum tekur tú tær so óalmindiliga væl av ommu. Tit klára allar dagligu uppgávurnar í felag. Mangan mást tú spyrja ommu, hvussu eitthvørt skal gerast, og so dirigerar hon, hvussu tú skalt gera. Omma broderar nógv. Tú hjálpir henni við at skilja tráðirnir og koyra teir í nálina. Tað er so fitt haldi eg. Omma hevði ikki havt tað betri nakra aðra staðni í verðini enn hjá tær.
Tað er altíð so hugnaligt at koma at vitja tykkum á Eiði. Vit fáa altíð ein góðan drekkamunn við køksborðið. Oftast fáa vit heimabakaða skuffukaku, sum abbi hevur bakað, og smákøkur, sum onkur dóttur hevur havt við til Eiðis. Tá siga tit ofta frá gomlum døgum. Tú plagar at fortelja áhugaverdar hendingar frá tínum sjómanslívi, og um tey ymisku skipini, tú hevur verið við. Títt andlit lýsnar, tá tú tosar um sjómanslívið. Hetta vísir, at tú hevur verið glaður fyri títt lívsstarv.
Fastur táttur á Eiði er at spæla eitt - og ofta fleiri “Ludo”. Tá er altíð eitt sindur av “action” í luftini, tí omma er so ivrig eftir at koma fyrst á mál. So tað hugna vit okkum óført við. Tú letur okkum altíð vita, hvussu glaður tú er fyri vitjanina. Og tá vit fara avstað aftur, stendur tú altíð trúfastur í vindeyganum og vinkar til okkum.
Eg vil hervið takka tær og ommu fyri, at tit hava verið tann besta omman og abbin, sum nakar kann ynskja sær. Eg eri so glað fyri alt, sum tit hava verið fyri meg.
Abbi, vónandi fær tú ein góðan føðingardag. Eg gleði meg at halda dagin saman við tær næstu ferð, eg komi heim úr Keypmannahavn.

Linda