Nikkel er Guitar Hetja

Vinnarin av Føroya fyrsta FM í Guitar Hero gjørdist Nikkel Petersen úr Rituvík. Átta finalistar høvdu vunnið sær pláss í finalini, sum varð hildin leygardagin í Miðlon Fitt av fólki høvdu leita sær leiðina niðan í Miðlon fyri at hyggja at kappingini í Guitar Hero og fyri at lurta eftir bólkinum »Oniontree«, sum spældi millum umførini.

 

Guitar Hero er spæl til Playstation, har tú við einum guitari í hondini skal spæla eftir nótum, ið verða sýndir á skýggjanum. Kendir sangir kunnu spælast í spælinum, serliga nógvir rokk sangir, har guitarin hevur ein høvuðsleiklut í lagnum.

 

Í endafinaluni møttust Otto Christiansen og Nikkel Petersen. Kappast varð við sanginum ?Dragon force?, ið er ein ógvuliga torførur sangur at spæla, og endaði kappingin við at Nikkel vann umfarið við 239.691 stigum móti 160.841 stigum, sum Otto megnaði at fáa.

 

Nikkel Petersen vann ein elektriskan guitara frá Miðlon og ein limotúr við Lykkelimo, samstundis sum hann nú kann kalla seg Føroya fyrsta FM vinnara í Guitar Hero.

 

Um náttina varð skipa fyri after-party fyri luttakandi á PUB Manhattan, har bólkurin Oniontree eisini framførdi sínar egnu sangir.

 

Avtala er gjørd við Miðlon um at fyriskipa sama tiltak aftur komandi ár.