Danski poppbólkurin úr Værløse, Nik & Jay, fara at framføra á Voxbotn næsta ár. Tað kunngera fyrireikararnir í dag.
Talan er um poppbólk, sum byrjaði sítt virki í 2002. Tað eru teir báðir Niclas »Nik« Petersen og Jannik »Jay« Thomsen, sum mynda bólkin.
Nik & Jay eru ein av mest seljandi donsku poppbólkunum, og útgávur teirrs hava selt fleiri enn 400.000 eintøk.









