Nik & Jay vilja út í heim

Nýtt staklag, nýtt videolag og nýggjur altjóða sáttmáli við Sony Music í Týsklandi. Eftir hesum at døma kunnu donsku Nik & Jay nú veruliga vænta at fáa gjøgnumbrot úti í heimi.

 

Fyri hálvumøðrum mánaði síðani hitaðu Nik & Jay upppfyri ongan annan enn amerikansku songkvinnuna Jennifer Lopez, og nú hava teir báðir garparnir skrivað undir sáttmála við altjóða plátufelagið Sony Music.

 

Fyrsta altjóða staklagið frá Nik & Jay skal eftir ætlan gevast út einaferð í komandi ári. Sum eina lítla jólagávu hava Nik & Jay í fyrstu syftu lagt eitt ókeypis lag, sum øll kunnu downloada, á Facebook síðuna hjá bólkinum og hava eisini gjørt eitt videolag.

 

Tað sermerkta við sanginum Live 4 Today er, at teir báðir Nik og Jay syngja á enskum.

 

Hygg at nýggjasta videolagnum Live 4 Today her