Nik & Jay til tey ungu

Navnið til tey ungu, sum Summarfestivalurin fyrr í vikuni lovaði, varð kunngjørt í morgun. Ungdómsnavnið er danska duoin, Nik og Jay

Tað vera ungu danirnir, Nik og Jay, ið skulu standa fyri tónleikinum, serliga ætlaður unga lurtaraskarðanum á ársins Summarfestivali. Tað var í 2002 at duoin fyrstu ferð gjørdi um seg. Hóast misjavna móttøku millum fólk og tónleikakritikarar, hevur bólkurin vunnið sær ein ávísan status millum tónleikafjepparar. Tað sæst millum annað á fløgusøluni, sum vísir at Nik og Jay hevur selt meir enn 350.000 fløgur í Danmark. 16 platinvirðislønum kunnu garparnir erpa sær av, og á hvørjari útgávu hjá bólkinum, hevur okkurt lagið lagt seg ovarlaga á donsku hittlistarnar. Í Føroyum verður áhugin váttaður av 15 teimum bestu listanum, har bólkurin hevur verið afturvendandi gestur.

Millum væl umtóktu løgini hjá Nik og Jay teljast Hot, Boing, En Dag Tilbage og Når Et Lys Slukkes.

Nik & Jay hava funnið sín egna stíl í donskum tónleiki við sannførandi framburði og sterkari útstráling. Stórar sólbrillur, gullketur, flott konufólk og ovurhonds stórt sjálvsálit hava verið við til at mynda bólkin, men grundarlagið undir øllum eru teir fangandi sangirnir, sum bólkurin skrivar og spælir. Í Danmark hevur bólkurin vunnið sær umdømi sum best umtókti ungdómsbólkurin, og verður tónleikurin regluliga spældur á dansistøðum og veitslum.

Fyrireikararnir vænta eina lívliga konsert við stórum gullketum, sólbrillum og hvør veit, kanska flottum konufólki eisini.

Summarfestivalurin verður í døgunum 6.-8. august.