Nik & Jay ákærdir fyri at stjala sang

Ein kanadiskur sangari, ið eitur Nasri Tony Atweh, legði í 2009 sangin “Writers Block” út á Youtube. Hann er sangskrivari hjá Justin Bieber og vælkendur í USA.

 

Men nú hevur sangurin av álvara fingið danskan áhuga. Tað eru nevnliga fleiri, sum halda, at lagið ljóðar ógvuliga nógv sum sangurin hjá Nik & Jay, “Udødelige”.

 

Framleiðslufelagið, sum gevur út tónleikin hjá Nik & Jay, Nexus Music, sigur, at sjálvt um “Udødelige” kemur fram tvey ár aftan á sangin hjá Nasri, eru tað teir, ið hava rættindini til sangin. Í veruleikanum hava teir havt lagið í nøkur ár.

 

– Vit í Nexus Music gjørdu hetta lagið í 2008/2009. Hetta lagið hava Nik & Jay gjørt og spældu tað inn til “Udødelige” í 2010.

 

Nexus Music hevur eisini roynt at gjørt vart við hetta á Youtube. Sjálvir siga teir:

 

– Vit hava onki ímóti, at Nasri hevur gjørt sín egna sang til okkara lag, so leingi sum hann ikki selur hann. Um hann ætlar tað, eigur hann at gera eina semju við okkum fyrst. Vit hava ongantíð hoyrt um Nasri fyrr, men vit gita, at hann hevur fingið hendur á lagið ígjøgnum onkran í USA, sum vit kenna.

 

 

Skrivað hevur: Neli Heldarskarð