Níggjunda FM heitið er á stokkinum hjá Klaksvíkingi

10-mannafør: Tá ið Klaksvíkingur styrkti um sína støðu í FM stríðnum var gongdin nett tann sama, sum hon var á fjarðastevnu

Tað er ikki rætt í kvøld at staðfesta Klaksvíking at vera FM vinnari í kappingini millum 10-mannaførini, men tað er so tætt við, sum tað kann vera, uttan at tað ber til at siga, at kappingin er avgjørd.

 

Klaksvíkingur hevur 41 stig og er fýra stig undan Norðingi, sum er einasti bátur, ið hevur møguleika at taka FM heitið fyri nøsini á klaksvíkingum.

 

Klaksvíkingur hevur vunnið FM átta ferðir, og um Klaksvíkingur kemur á mál á ólavsøku, so fer hann at rgyggja sær níggjunda FM heitið.

 

Í dag var gongdin nett tann sama, sum hon var á fjarðastevnu fyri einari viku síðani. Klaksvíkingur hevði fínan start, og so kendist tað sum um, at klaksvíkingar høvdu tak á støðuni. Norðingur hekk heilt væl í, og onkra ferðina royndu teir norðuri í Tronganum av álvara at gera atsókn ímóti grannunum, men tað eydnaðist ongantíð av álvara at fáa spenning í.

 

Tá ið bátarnir fóru um málið, var Klaksvíkingur eina hálva bátslongd undan Norðingi, og í kappingini um bronsukrónurnar var Havnarbáturin aftur í dag stinnari enn Eysturoyingur, men Havnarbáturin hótti ongantíð Eysturoying.

 

-

 

1Klaksvíkingur (KRF)04:24.19
2Norðingur (NHR)04:25.39
3Havnarbáturin (HR)04:30.40
4Eysturoyingur (NSÍ)04:32.47

 

stavnur.fo

 

FM støðan

 

1Klaksvíkingur (KRF)41
2Norðingur (NHR)37
3Havnarbáturin (HR)29
4Eysturoyingur (NSÍ)25