Størsti fótbóltsdysturin á Sandoynni í mong ár verður seinnapartin klokkan 14, tá B71 á heimavølli tekur ímóti AB í tí sum er blivin uppflytingarfinalan í 1. deild. Skála hevur annars fyri drúgvari tíð síðani tryggjað sær uppflyting til Betrideildina.
AB hevur tó ein lítlan fyrimun undan dystinum í morgin. AB hevur 43 stig og B71 hevur 41 stig. Tí má B71 vinna á AB fyri at kunna flyta upp í Betrideildina. AB klárar seg við javnleiki.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Jóna Nicolajsen verður frásøgufólk og Páll á Reynatúgvu verður viðmerkjari.
Níggju altjóða veddingarfyritøkur geva odds uppá dystin millum B71 og AB. Tað liggur í kortinum, at talan verður um ein javnan dyst, men tær níggju veddingarfyritøkurnar hella til ein AB-sigur, tó er talan um ein lítlan favorittleiklut.
Oddsini eru hesi:
| Veddingarfyritøkur: B71-AB | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
|---|---|---|---|---|---|
| 10Bet | 2.90 | 3.50 | 1.90 | ||
| 1xBet | 3.03 | 3.70 | 2.04 | ||
| bet-at-home | 2.95 | 3.55 | 1.97 | ||
| Betfair | 3.00 | 3.80 | 1.95 | ||
| bwin | 2.95 | 3.60 | 1.98 | ||
| ComeOn | 3.00 | 3.75 | 1.95 | ||
| Interwetten | 3.05 | 3.60 | 2.00 | ||
| Pinnacle | 2.88 | 3.49 | 1.93 | ||
| Unibet | 3.00 | 3.70 | 1.95 | ||
| Gjøgnumsnitsodds | 2.97 | 3.63 | 1.96 | ||











