Níggju mál í Eystara Landsrætti

Eystari Landsrættur er í Føroyum í viku 11 og 12. Hesar vikurnar skulu níggju revsimál avgreiðast.

Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast til Eystara Landsrætt av ákæruvaldinum og av tí dømda. 

Eystari Landsrættur er vanliga í Føroyum tríggjar ferðir um árið.

Hesa ferð Eystari Landsrættur er í Føroyum, eru níggju revsimál á skrá. Fáar avmarkingar eru í, hvørji mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum, ymisk. Málini snúgva seg millum annað um neyðtøku, harðskap, grovan narkotikakriminalitet og brot á ferðslulógina. 

Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.

Rættarlistin, t.e. skráin fyri mál, sum verða viðgjørd í viku 11 og 12, er tøkur her.