Níggju fólk hava latið lív av rakettum í Golan-heyggjunum, sum Ísrael hevur tikið.
Tað upplýsa ísraelsku bjargingartænasturnar, sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært tíðindastovuni Reuters upplýsa ísraelsku bjargingartænasturnar, at rakettir vórðu skotnar úr Libanon.
Rakettirnar skulu hava rakt ein fótbóltsvøll.
Sambært tíðindastovuni Reuters avsannar ein limur í samtakinum Hizbollah, at Hizbollah stendur aftanfyri.
/ritzau/











