Níggju børn og seks vaksin dripin í álopi á hús í Gaza

Tey, sum doyðu í einum ísraelskum loftálopi, vóru øll úr somu familju, upplýsir palestinska borgaraverjan.

Líkið av einum av teimum dripnu er borið burtur úr húsinum, sum er álopið í Gaza í nátt. - Mynd: Ramadan Abed/Reuters

Eitt ísraelskt loftálop drap 15 fólk í somu familju - teirra millum níggju børn - í Gaza í nátt.

Tað upplýsir borgaraverjan í Gaza, sambært tíðindastovuni AFP.

Álopið rakti heimið hjá familjuni og eina goymslu í grannalagnum al-Zawaida í miðbýnum í Gaza stutt eftir midnátt leygarnáttina, upplýsir eitt eygnavitni.

- Tríggjar rakettir raktu húsini, sigur vitnið, Ahmed Abu al-Ghoul.

- Har vóru nógv børn og kvinnur inni. Hvat hava tey gjørt fyri at hava uppiborið hetta, spyr hann.

Sambært tíðindastovuni Reuters upplýsir ísraelski herurin, at hann er vitandi um fráboðanirnar um, at 15 fólk skulu hava latið lív í einum loftálopi, og at herurin kannar málið nærri.

Samstundis heitir ein talsmaður fyri herin á fólk, sum búgva í fleiri økjum í miðbýnum í Gaza, um at rýma.

 

##med2##

Á sosiala miðlinum X skrivar talsmaðurin, sambært Reuters, at millum annað skulu sivilfólk í Maghazi-økinum, sum liggur tætt við al-Zawaida, rýma til eitt avmarkað humanitert øki.

Stórir partar av Gaza liggja í oyði sum avleiðing av tíggju mánaða langa stríðnum hjá Ísrael móti Hamas-rørsluni í palestinska økinum.

Partarnir hava fleiri ferðir roynt at fingið eina semju um vápnahvíldaravtalu, men tað hevur ikki eydnast, síðani teir í november í fjør samdust um at leggja vápnini niður í eina viku.

So seint sum fríggjadagin endaðu samráðingarnar í Katar uttan avtalu, men sambært USA kann ein avtala vera fyri framman, og í dag fer amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, til Ísraels at virka fyri vápnahvíld.

Kríggið í Gaza brast á, eftir at hernaðarliga rørslan Hamas leyp á Ísrael 7. oktober í fjør. Álopið kostaði umleið 1.200 fólkum lívið.

Harumframt vórðu 251 fólk tikin til fanga og førd inn í Gaza.

111 gíslar verða hildnir at vera framvegis í Gaza, og teirra millum eru 39 deyðir, hevur ísraelski herurin áður upplýst.

Higartil hevur kríggið kostað minst 40.000 fólkum í Gaza lívið, sambært heilsumálaráðnum í Gaza, sum Hamas stýrir.

 

/ritzau/AFP

 

Líkið av einum av teimum dripnu er borið burtur úr húsinum, sum er álopið í Gaza í nátt. - Mynd: Ramadan Abed/Reuters

Sambært lokalu myndugleikunum hevur kríggið í Gaza, sum hevur vart í tíggju mánaðir, kostað minst 40.000 fólkum lívið, og meginparturin av íbúgvunum í Gaza er flýdd. (Savnsmynd). - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix