Nigerianskur vongur til KÍ

28 ára gamalar Justice John Erhenede skal royndarvenja við KÍ í næstum

 

Sambært Norðlýsinum hevur leiðslan í KÍ váttað fyri blaðnum, at Justice John Erhenede skal royndarvenja við felagnum komandi tíðina.

 

Erhenede er úr Nigeria, og hann spælir í løtuni við Kolding, sum spælir í triðubestu donsku deildini.

 

Talan er um spælara, sum trívist best á veinginum, men hann kann eisini spæla heilt frammi í álopinum skrivar Norðlýsið.

 

KÍ tykist veruliga hava styrkt um hópin til komandi kappingarár. Atli Danielsen hevur funnið gaggurnar framaftur, og í verjupartinum hevur felagið fingið Mayowa Alli, og Evrard Blé, sum í fleiri ár hevur spælt í Føroyum, skal styrkja um miðvøllin.