Faroe Marine Products (FMP) í Leirvík, sum av summum er betri kent sum Høvdavirkið, arbeiðir við at turka høvd, sum verða seld til Afrika. Meginparturin av útflutninginum fer til Nigeria, har ið turkað fiskahøvd er ein sannur leskibiti. Høvdini verða ofta nýtt til suppu.
Michael Abraham Okechukwu er nigeriani, og hann arbeiðir í pakkingini á Faroe Marine Products í Leirvík. Hann býr hjá Hugo á Húsamørk í Leirvík. Hugo er ein av leiðarunum á Høvdavirkinum. Michael er sendur til Føroya av einum keypara hjá FMP í Nigeria. Høvdavirkið selur fyrst og fremst til Nigeria, og tí er tað í besta áhuga hjá øllum, at Michael er í Føroyum og góðskumetir vøruna.
- Eg arbeiði fyri ein stóran keypara í Nigeria, sum vit kalla fyri Chief Jombo. Hann klagaði um góðskuna á høvdunum, sum vit fingu frá FMP, og tí sendi hann meg til Føroya at góðskumeta vøruna. Eg fái løn frá FMP, og eg skal vera her, inntil Chief Jombo kallar meg heimaftur. Eg veit ikki, nær tað verður, sigur Michael.
Michael er vaksin upp í Anembra State. Hann fekk ein góðan uppvøkstur, og hann hevur útbúgving. Men tað eru ikki øll, sum eru so heppin sum hann
- Tað kann vera nokkso hart hjá nógvum. Tað búgva 130 milliónir fólk í landinum, og nógv av teimum eru sera fátøk. Men tað eru eisini nógv sera rík fólk í landinum. Munurin er so avbera stórur. Eg eri kanska í miðalklassanum, men miðalklassin er ikki eins stórur og í vesturheiminum. Í Nigeria ert tú antin ríkur ella fátækur. Politikarnir eru vánaligir. Teir klára og vilja ikki at broyta uppá tað sosiala órættvísi, sum er í Nigeria, sigur Michael.
Honum dámar væl í Føroyum, men tað er torført at vera burtur frá familjuni.
- Eg ofri nógv við at vera her. Eg havi konu og tvey børn eftir í Nigeria. Eg sakni tey so nógv! Eg ringi 2-3 ferðir um vikuna til Nigeria og tosi við tey. Tað er dýrt, men annars hevði eg ikki hildið tað út.
- Strangi innflytarapolitikkurin forðar mær í at taka familjuna við til Føroya, sigur Michael.
- Lønin í Føroyum er góð, men skatturin er eisini sera høgur. Men pengarnir koma væl við hjá familjuni, sigur Michael.
Michael er ein av næstu monnum hjá Chief Jombo, og hann hevur sera gott álit á Michael.
- Chief Jombo lítur á meg. Eg havi arbeitt leingi hjá honum, og eg eri vorðin álitismaður. Starvið, sum eg havi í Nigeria, er gott. Eg eri útbúgvin innan "Public Relation", og i eri eg ikki so illa fyri, sigur Michael.
Michael arbeiðir 40 tímar um vikuna. Hann hevur ikki nakað ávíst frítíðarítriv.
- Saknurin ger, at eg ikki fái uppí lag at gera nakað aftaná arbeiðstíð. Eg hjálpi til í húsinum hjá Hugo, og so plagi eg at fara í kirkju sunnudag. Eg eri vaksin upp í einum katólskum umhvørvi, og lutherska kirkjan í Føroyum líkist nógv tí katólsku í stíli. Tíverri skilji eg ikki nakað av tí, sum verður sagt. Men eg ætli mær at ganga til kvøldskúla, so at eg kann læra føroyskt. Eg havi eisini hugsað um at fara í Missiónshúsið í Leirvík onkuntíð, sigur dámligi nigerianin.
Hann er takksamur fyri tann blíðskap, sum hann hevur fingið frá arbeiðsfeløgunum. Eisini verður hann væl viðfarin av Hugo á Húsamørk, sum gevur honum tak yvir høvdið.
- Hugo og hansara familja hava tikið sera væl ímóti mær. Eg kenni meg sum ein part av familjuni. Hugo er ein góður vinur at hava, sigur Michael.
Michael væntar, at hann fer til Nigeria at vitja um eitt ár. Síðani kemur hann aftur og arbeiðir her so leingi, sum Chief Jombo vil hava hann her.










