Nigeria: Stjórnin tosar við tveimum tungum

Lagnan hjá Aminu Lawal er enn ógreið

Undan forsetavalinum, tjóðartingsvalinum og landspartavalinum í februar 2003 og Miss World kappingini í desember, er Amnesty ørkymlað av, at hægsti sharia-dómstólurin í Katsina landslutinum enn ikki hevur ásett ein dag fyri, nær kæran hjá Aminu Lawal verður viðgjørd.
Amnesty er bangið fyri, at ymsu boðini frá landsmyndugleikunum gera støðuna verri viðvíkjandi deyðarevsing, píning og aðari ómennskinsjansligari viðferð ella niðurgerandi revsingum í teimum landslutunum, sum nú innføra sharia-dómstólar.
? Tað tykist sum stjórnin tilvitað tosar við tveimum tungum - eini vendari ímóti fólkinum í Nigeria og eini mótvegis altjóða samfelagnum. Hóast lyftir hevur Obasanjo forseti enn onki ítøkiligt gjørt fyri at sharialógirnar í norðari landslutunum skulu samsvara nigeriansku grundlógini ella fylgja altjóða sáttmálum, segði Amnesty í einum tíðinaskrivi 14. november.
Hóast stóra altjóða trýstið eru deyðadómarnir enn í gildi fyri Aminu Lawal, Ahmadu Ibrahim, Fatimu Usman, Yunusa Rafin Chiyawa og Sarimu Mohammed. Ómenniskjansligar og niðurgerandi revsingar so sum stokkasløg og amputatiónir verða javnan avsagdar.
Ein av verjunum mótu sharialógunum hevur verið, at landslutirnir sjálvir sleppa at gera sínar lógir. Amnesty ger vart við, at hetta ikki ber til, tí sharialógirnar á fleiri økjum eru í stríði við bæði grundlóg landsins og við altjóða sáttmálar, sum Nigeria hevur bundið seg til.