Niels Uni Dam formaður í Samskifti

Hósdagin skipaði nevndin í Samskifti seg við Niels Una Dam sum formanni. Samskifti er felagið hjá lýsingar- og ráðgevarafyritøkum, sum fyrr æt Reklamufelagið. Á nevndarfundi hósdagin 6. mai 2010 skipaði nevndin í Samskifti (fyrr Reklamufelagið) seg við Niels Una Dam sum formanni. Niels Uni arbeiðir á Sendistovuni.

Í nevndini sita annars, Høgni Rasmussen, Sansir og Signar í Homrum, Vasti.

Nýggja nevndin fer framhaldandi at arbeiða fyri at fáa fleiri virki, sum arbeiða við samskifti og samskiftisráðgeving, at gerast limir og at gera vart við samskiftisvinnuna sum eina munandi og týdningarmikla vinnu í Føroyum og annars at betra um vinnukarmarnar hjá limum í Samskifti.