Niels Pauli ongar viðmerkingar

Hinir prestarnir, ið hava sent Kirkjumálaráðnum kærur um bisp, hava ongar viðmerkingar til svarið

Sosialurin royndi fyrrakvøldið at fáa viðmerkingar frá nøkrum av hinum prestunum, ið hava sent Kirkjumálaráðnum kærur um bisp, men ikki bar til at fáa nakra viðmerking.

Vit ringdu til Niels Paula Danielsen og Berg Debes Joensen. Men báðir bóru seg undan at koma við viðmerkingum. Bergur Debes Joensen segði seg skilja, at prestarnir vóru samdir um at lata vera við at koma við viðmerkingum til málið.

Eisini Niels Pauli Danielsen bar seg undan við teirri grundgeving, at hann hevði týdningarmiklar uppgávur at gera í prestagerninginum, ið bispur ikki hevur áhuga fyri, og tískil hevði hann ikki stundir at koma við viðmerkingum.