Nú eru tveir av djúpvatnstrolarunum í Suðuroynni, Niels Pauli í Hvalba og Rankin av Tvøroyri farnir at royna nýggjar leiðir.
Teir eru farnir í Norðsjógvin at fiska upsa.
Teir hava annars báðir verið í Barentshavinum, saman við Steintór úr Hvalba og Bresta úr Havn.
Teir høvdu eina kvotu upp á góð 180 tons í part og tað var nokk til tveir túrar.
Kvotan varð uppfiskað og teir avreiddu tað mesta í Noregi, har teir fingu góðan prís, yvir 12 krónur fyri kilo.
Tó hevur Steintór avreitt tann seinna túrin í Hvalba, har lastin hevur givið so nógv arbeiði hesa vikuna, at tey hava arbeitt í vaktum.
Farnir í Norðsjógvin
Nú bátarnir eru lidnir í Norðsjónum, eru tveir teirra, Niels Pauli og Rankin farnir í Norðsjógvin, har teir fiska av eini felags upsakvotu í tí norska partinum.
Feskfiskaflotin hevur eina felagskvotu uppá 900 tons av upsa í norskum sjógvi.
Hetta er fyrstu ferð at teir royna hendan møguleika.
Hvussu leingi teir verða verandi í norðsjónum er óvist. Teir taka ein túr ísenn, og blíva verandi, so leingi tað loysir seg. Helst verður fiskurin avreiddur í Danmark ella í Noregi, men tað veldst alt um, hvussu prísurin verður. Bátarnir eru farnir undir hendan fiskiskapin, báði tí, at teir vóru har á leiðini kortini, og, tí at prísurin á upsa er nú so frægur, at tað er aftur blivið lokkandi at fiska hann. Hann liggur um átta krónur fyri kilo.