Natte er hvalbingur. Foreldrini vóru Ninna fødd Jensen (1917-94) og Asbjørn Nattestad (1914-96). Hon er úr Porkeri og hann úr Hvalba. Natte eigur eina systir, Beinta (1949). Hon er gift Erlandi Ludvig úr Vestmanna,og tey búgva í Havn.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Natte hevur búð í Havnini í hálvt hundrað ár. Hann kom norður í 1956, tá ið pápin fekk starv sum fangavørður í arresthúsinum. Í 1971 leyk Natte prógv á Føroya Læraraskúla, og síðani hevur hann arbeitt á Venjingarskúlanum. Í 1980 gjørdist hann varaskúlastjóri, og síðani 1996 hevur hann verið skúlastjóri. 1977-78 var hann á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og í 1983 var hann í nakrar mánaðir á skeiði á Danmarks Højskole for Legemsøvelser. Harafturat hevur hann verið á øðrum skeiðum í eitt nú føroyskum og fyriskipan.
Í skúlahøpi hevur Natte millum annað verið nevndarlimur í Føroya Skúlabókagrunni 1980-85, limur í Landsskúlaráðnum 1995-1996, millum teirra sum í 1973 tóku stig til skúlaítróttardagin, fyrsti formaður í ítróttarlærarafelagnum, sum varð stovnað í 1975, og limur í musikkskúlanevndini hjá Tórshavnar kommunu.
Sum spælari og sum venjari, dómari, fyriskipari, nevndarlimur og formaður hevur Natte so at siga alla sína tíð verið uppi í ítrótti og serliga hondbólti. Sum blaðungur spældi hann fótbólt í B36, og hann hevur spælt flogbólt og verið FM vinnari við NFL og HB.
Serliga virkin hevur hann verið í Kyndli. Har kom hann á besta liðið í 1965, og hann helt fram til 1982. Natte hevur altíð havt serligan áhuga fyri ítróttarhagtølum. Tí verður her við heimasíðuni hjá Kyndli sum keldu staðfest, at Natte er skrásettur at vera tann Kyndilsspælarin, sum oftast hevur umboðað felagið 665 dystir og 2168 mál! Av teimum eru 146 dystir á besta liðnum í landskappingini og 12 dystir í Europa Cup. Trettan ferðir var hann á Kyndla liðnum, sum vann FM, og 35 ferðir var Natte á hondbóltslandsliðnum.
Í Kyndli hevur Natte verið venjari og dómari. Hann hevur verið nevndarlimur 1966-67, 1970-76. 1979-85 var hann formaður í felagnum. Nú er hann skrivari og í blaðnevndini. Í sambandi við 50 ára føðingardagshaldið nú um dagarnar er hann við til at leggja minningarritið til rættis, sum ætlanin er skal koma út seinni í vár.
Síðst í seksti árunum var Natte formaður í Fót- og Hondbóltsdómarafelag Føroya. 1978-79 var hann limur í hondbóltsdeildini hjá ÍSF, 1984-88 var hann formaður í Hondbóltssambandi Føroya, og harafturat hevur hann havt eina rúgvu av øðrum álitisstørvum í ítróttinum. Millum annað var hann nevndarlimur og formaður í ungdóms- og menningardeildini hjá ÍSF 1980-84, og hann var stjórnarlimur í ÍSF 1982-88. Natte var formaður í fyrireikingarnevndini undan Oyggjaleikunum, sum vóru í Føroyum í 1989. Tá ið ÍSF í 1989 í sambandi við 50 ára dagin gav minnisrit út, var Natte ein av trimum í ritstjórnini. Fyri ítróttarvirksemið hevur Natte frá ÍSF fingið gullmerki.
At Natte hevur verið og er ógvuliga virkin maður sæst eitt nú aftur í, at hann eisini hevur havt stundir til og hevur lagt arbeiði í LIONS, har hann var formaður 1995 - 1996, at hann hevur verið nevndarlimur og formaður 1987-1996 í valfelagnum hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymi, Føroya Væl, og limur í landsstjórnini í Sambandsflokkinum 1991 96. Hann var eisini blaðstjóri á avhaldsblaðnum Glaðustrok í 1980 og 1981.
Í fleiri ár hevði Natte saman við øðrum forlagið Dropan. Aðalmálið hjá teimum var at geva dygdar barnabøkur og ungdómsbøkur út. Bæði uppruna bøkur og umsettar bøkur. Natte hevur umsett barna- og ungdómsbøkur og eisini onkran sjónleikin.
Frá 1989 og næstu sekstan árini legði Natte saman við Sverra Egholm, sála, til rættis jólaheftið Birting, og frá 1994 og fram til 2005 var hann nevndarlimur í Leikpalli Føroya.
Tað sigur seg sjálvt, at maður, sum hevur fingist við so nógv, er óvanliga arbeiðssamur. Skoðsmálið, sum hann fær frá teimum, sum hava arbeitt saman við honum, er, at hann er álítandi, hevur bæði beinini á jørðini og hevur samstundis visjónir. Natte dugir væl at skemta, hann er áhugaður í fólki og slekt, og at hann fylgir væl við og hevur stóra almenna vitan, hevur eitt nú verið staðfest, tá ið hann hevur luttikið í spurnarkappingum í útvarpinum.
Natte giftist 8. mars í 1969 við Oddvá fødd Joensen og ættað úr Syðrugøtu. Børnini hjá teimum eru Finnbjørg, Beinta og Ásbjørn. Tey búgva øll í høvuðsstaðnum, og Natte eigur sjey abbabørn (tað 8. er á veg) 4 dreingir og 3 gentur.
Føðingardagurin verður hildin leygardagin 1. apríl á arbeiðsplássinum saman við starvsfólki, familju, vinum og kenningum.