Foreldur hansara vóru, Petra Joensen hjá Óla klokker og Magnus Arge, vanliga róptur Argja Magnus.
Niels Juul og Óluva vóru tvíburðar og nummar trý í røðini av 9 systkjum.
18. desembur í 1949 giftist hann við Henriettu Hansen, vanliga rópt, Eia. Tey eiga børnini Siggu, gift við Kára Borgarklett, Petru, gift við Hjørleif Poulsen og Andrias, giftur við Gunnhild Waag Høgnesen. Niels Juul eigur 9 abbabørn, sum trúliga vitja abba og ommu.
Sum blaðungur fór hann í blikksmiðjulæru á Fornagørðum, og 7. februar í 1949 byrjaði hann fyri seg sjálvan. Tað er lív í blikksmiðjuni enn, og eru tað dóttirin, Sigga og versonurin, Kári, sum reka blikksmiðjuna.
Tað, sum Niels Juul helst er mest kendur fyri, er klokkarastarvið í Christianskirkjuni, sum hann trúfast hevur røkt, síðani hann í 1960 tók við starvinum eftir faðir sín. Frammanundan hevði hann avloyst pápa sín, og í mai í ár vóru liðin 65 ár, síðani hann ringdi í gomlu kirkjuni á fyrsta sinni.
Klokkarastarvið hevur á ein hátt gingið í arv, og tók pápi Niels Juul við starvinum eftir verfaðir sín. Nú eru tað sonurin, Andrias og versonurin Hjørleif, sum avloysa Niels Juul, tá honum býðst frá.
Í samkomuni, Emmaus, hevur hann eisini verið sera virkin, bæði á møtum og í sunnudagsskúlanum.
Niels Juul dámar sera væl at fáast við seyð, og dagliga hevur hann verið at sæð á trøðni millum Grøv og Oyrar, har hann eisini veltir epli og setur niður rabarbur.
Flestu rundu føðingardagar, hava Niels Juul og tvíburðasystirin, Óluva, hildið saman, og høvdu tey sæð fram til at halda 80 ára føðingardagin saman í kirkjukjallaranum. Men so skuldi ikki verða. Óluva varð tikin heim til Harran og borin til hvíldar seinasta mikudag.
Vit ynskja Niels Juul hjartaliga tillukku á stóra degnum og Harrans signing á lívskvøldinum.
Føðingardagurin verður hildin heima saman við familjuni.








