Niels Juel skal samskipa dagstovnaøkið

Fjallafípan, sum nú skal hava nýggjan leiðara, er ein serstakur stovnur, sum bjóðar børnum hópin av møguleikum og upplivingum.

 

- Tað, sum hjá øðrum stovnum er ein dagstúrur, er gerandisdagur hjá okkum.

Tað sigur Niels Juel Arge, sum hevur starvast í Fjallafípuni í Klaksvík í 11 ár, harav fýra ár sum leiðari, nú hann tekur við nýggjum avbjóðingum sum samskipari á dagstovnaøkinum.

Fjallafípan er ein serstakur stovnur, sum bjóðar børnum hópin av møguleikum og upplivingum, ið ikki eru at finna aðrastaðni í býnum. Fyri tveimum árum síðan tók býráðið avgerð um at geva øllum børnum møguleika at uppliva útilívið í og kring Fjallafípuna.

- Samstundis er Fjallafípan víðkað, soleiðis at tað í løtuni ganga 72 børn á stovninum.

Tað siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag. Lagt verður aftrat, at tað er Niels Juel Arge, fráfarandi leiðari í Fjallafípuni, sum hevur havt ábyrgdina av at samansjóða og skipa námsfrøðiliga tilboðið, sum eftir summarfrítíðina kemur í fasta legu.

- Tá verða øll tey 6-7 ára gomlu børnini savnað í Fjallafípuni, soleiðis at tey øll fáa eitt ár í útibarnagarði, áðrenn tey fara í skúla.

Niels Juel Arge sigur við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu, at fokusið altíð hevur verið at geva børnunum eina breiða uppliving av náttúruni og umhvørvinum Úti í Grøv.

- Tað, at ynski hevur verið frammi um at geva øllum børnum ta uppliving, sum Fjallafípan bjóðar, vísir bara, at tilboðið í Fjallafípuni hevur riggað avbera væl, heldur fyrrverandi leiðarin, sum nú fær eina meira samskipandi uppgávu innan dagstovnaøkið í Klaksvik.

Meira um hugskotini hjá unga manninum, sum nú fer í annað starv, kann lesast á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag - www.klaksvik.fo