Niels Juel Arge varð herfyri settur í starv sum fíggjarleiðari í Tórshavnar kommunu. Hann er útbúgvin cand.merc.aud og hevur eina journalistiska eftirútbúgving. Hann kemur úr starvinum sum fulltrúi í Samferðslumálaráðnum.
Niels Juel Arge er royndur leiðari innan fíggjarliga økið. Hann hevur verið fíggjarstjóri á P/F Poul Michelsen, verið virkandi stjóri í eitt tíðarskeið hjá tryggingarfelagnum Trygd, verið íløguráðgevi og deildarleiðari fyri Corporate Finance í BankNordik og fíggjarleiðari á Strandferðsluni.
Eitt tíðarskeið var hann virkandi stjóri á Strandferðsluni, og hann hevur eisini verið fulltrúi í Samferðslumálaráðnum og í Fíggjarmálaráðnum.
Niels Juel Arge er her avmyndaður saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Eydnu Justinussen, fyrisitingarstjóra.